Vil hava danir at hjálpa sær við tí sum ikki gekk í Føroyum

Tá ið Høgni Hoydal sat í landsstýrinum, vildi hann hava 12- 15 ára skiftistíð í sambandi við loysingina frá Danmark. Nú hann er í andstøðu, og tíðirnar eru farnar at versna, heldur hann, at 6-8 ár eru nóg miki, sigur Bárður Nielsen

Ríkisfelagsskapurin

Áki Bertholdsen

Tað er ikki rætt at dragsa føroysk málsøki til Danmarkar at verða viðgjørd.
Heldur ikki Bárður Nielsen er serliga fegin um ráðstevnuna, sum tjóðveldisflokkurin og norðuratlantsbólkurin hildu í Keypmannahavn herfyri og har føroyski blokkstuðulin varð høvuðsmálið.
Hann staðfestir, at hóast hann hevur er landsstýrismaður í fíggjarmálum og sostatt er ovasti politiski myndugleiki í Føroyum í fíggjarmálum, varð hann ikki boðin at halda røðu á ráðstevnuna.
- Vildu tey havt at vita, hvat landsstýrið helt, hevði verið natúrligt at bjóða einum umboði fyri landsstýrið við.
- Tað heldur hann, var eitt sindur undarligt, serliga tá ið ávísir politikarar úr Danmark vóru við.
Annars viðurkennir Bárður Nielsen at tjóðveldisflokkurin og norðuratlantsbólkurin hevur fullanrátt at hava eina slíka ráðstevnu.
Men hann heldur ikki, at tað er rætt at fara til Danmarkar at viðgera føroyskan fíggjarpolitikk.
- Slíkt kjak hoyrir heima í Føroyum og ikki ímillum danskar politikarar og í donskum fjølmiðlum.
Men Bárður Nielsen er sannførdur um, at tjóðveldisflokkurin hevur bara eittans endamál við eini ráðstevnu, sum hesari:
- Tjóðveldisflokkinum sat í samgongu í seks ár, men hann kiksaði, tí vit fingu hvørki sjálvstýri ella ein sjálvberandi búskap og blokkurin varð heldur ikki skorðin burtur.
- Eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu blokkurin kann verða skorðin enn meiri í næstu framtíð.
Og tað, sum miseydnaðist í Føroyum, fer flokkurin til Danmarkar at fáa danir at skerja blokkin fyri okkum, ímóti politiska viljanum í Føroyum.
Hann heldur, at við hesum tiltakinum er okkara sjálvavgerðarrættur á fíggjarliga økinum partvís tikin frá okkum og tað er ógvuliga óheppið, sigur landsstýrismaðurin.
Men tað er næstan sum um at tjóðveldisflokkurin vilja hava danir at leggja seg út í føroysk viðurskifti.
- Hetta kann kom at skapa spenningar ímillum føroyskar og danskar politikarar og ímillum vanligar danir og føroyingar og tað er ómetaliga óheppið.
- Men tá ið slíkir upplýsingar um at blokkstuðulin og, hvat hann verður brúktur til, koma upp, noyðast danskir politikarar at taka tað upp.

Undarligt
Bárður Nielsen vísir eisini á, at tá í tjóðveldisflokkurin sat í samgongu í bestu tíð í Føroyum nakrantíð, vildi hann hava danir at góðtaka eina skiftistíð upp á 12-15 ár, fyri ikki at taka grundarlagið undan føroyska búskapinum. Men danir vildu bara geva 4 ára skiftistíð.
Men nú, flokkurin er í andstøðu, og tíðirnar eru farnar at versna, heldur hann, at blokkurin kann skerast burtur uppá 6-8 ár.
- Ì 2001 vóru umstøðurnar at taka eina skiftistíð uppá fýra ár munandi betri enn tær eru at taka eina skiftistíð upp á 6-8 ár nú, sigur Bárður Nielsen.