Vil hava breiða semju um lýsingar í Kringvarpinum

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, vil hava eina breiða semju um lýsingarpolitikkin og sponsoreringina í Kringvarpi Føroya. Tað segði mann millum annað, tá hann týsdagin var í samráð í mentanarnevndini hjá løgtinginum.

Niðanfyri prenta vit spurningar til landsstýrismannin og svar hansara:

Spurningar:

1. Ætlar/nær ætlar landsstýrismaðurin at áseta reglur í kunngerð um lýsingar og sponsorering, sbrt. § 8, stk. 5 í Kringvarpslógini?

Svar: Í lógini stendur, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kunngerðir, lýsingar og sponsorering. Síðan lógin um KVF varð samtykt í 2006, hevur mær vitandi einki serstakt ynski verið um at gera serligar reglur um hesi viðurskifti. Tað vísir seg tó at vera vaksandi ónøgd millum privatu miðlarnar um lýsingapolitikkin og sponsoreringina í Kringvarpinum, og fyrireika vit tí í løtuni broytingar á hesum øki, og er tað ikki óhugsandi, at ein kunngerð hesum viðvíkjandi verður partur av loysnini. Eg haldi tó, at lýsingaspurningurin er sera meginregluligur og eigur at verða viðgjørdur heilt yvirskipað í eini breiðari semju um komandi miðlapolitikk landsins, og eru vit í Mentamálaráðnum við at seta ferð á fyrireikandi arbeiðið í hesum sambandi.

Ætlanin er at gera eitt uppskot at leggja fyri landsstýrið og politisku flokkarnar seinni í summar.

2. Kringvarpið hevur eina árliga inntøku upp á 45 mió. kr. + inntøkur fyri spøl og lýsingar upp á 10-15 mió. kr. Hvat Kringvarp fæst fyri hesar pengar?

Svar: Yvirskipað skal Kringvarp Føroya halda tær skyldur, sum verða álagdar stovninum sambært §10 í kringvarpslógini. Skráin, sum Kringvarp Føroya varpar út eftir í løtuni, verið tað seg útvarp, sjónvarp og tíðindi á netinum, endurspeglar hesar skyldur. Hetta er tað, sum núverandi leiðsla metir fæst fyri teir pengar, tey hava at ráða yvir í løtuni.

Til ber annars eisini at finna frágreiðingar um public service-sáttmálan á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og hjá Mentamálaráðnum. Har verður m.a. greitt frá, hvørjar sendingar hava verið. Kringvarpið hevur júst latið úr hondum frágreiðingina fyri 2012.

3. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til, at privat felag fyri provisjón skal skaffa sponsorpengar til Kringvarpið?

Svar: §3 í kringvarpslógini sigur, at Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, Og sambært galdandi lóg kann Kringvarpið eisini lýsa og útvega sær sponsorpening.Við hesum í huga, dugi eg ikki at síggja, at Kringvarpið er farið út um lógarinnar karmar við hesum átaki. Eg haldi kortini, at arbeiðshátturin hjá leiðslu Kringvarpsins á hesum øki kundi verið betur umhugsaður.

4. Heldur landsstýrismaðurin tað verða rætt, at stýrið einki veit um hesa avtalu?

Svar: Meginreglan eigur at vera, at stýrið og leiðslan í Kringvarpinum vita hvør av øðrum.

5. Ætlar/nær ætlar landsstýrismaðurin at privatisera Kringvarpið?

Svar: Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at privatisera Kringvarp Føroya.

6. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at fáa tryggja ein støðuga veiting til Kringvarpið, so ikki verður neyðugt hjá Kringvarpinum at fáa til vega pengar frá lýsingum og sponsorum?

Svar: §7 í kringvarpslógini snýr seg um fíggjarviðurskifti Kringvarpsins. Her er ásett við krónutali, hvørja upphædd Løgtingið metir neyðuga at krevja inn frá hvørjum húski í landinum til tess at reka Kringvarpið. Men roknað verður ikki við, at leiðsla og stýrið kunnu halda lógina, sum Løgtingið hevur samtykt, uttan eisini at hava aðrar inntøkur. Tað er nevniliga í §8 ásett, at virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðar- og lýsingarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Eisini kann Kringvarpið skipa fyri inntøkugevandi eydnuspølum.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at ein heildarmeting skal gerast av Kringvarpi Føroya og lógarverkið skal endurskoðast. Enn eru vit í Mentamálaráðnum ikki komin á mál í hesum arbeiði, men sum nevnt í svarinum til fyrsta spurningin er ætlanin at hava eitt uppskot klárt at leggja fyri landsstýrið og politisku flokkarnar seinni í summar. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at skipa inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpinum soleiðis, at atlit verða tikin til samlaða miðlapolitikkin í landinum.

7. Hvat vil landsstýrismaðurin við Kringvarpinum?

Svar: Landsstýrismaðurin ynskir, at Kringvarp Føroya skal verða millum fremstu mentanarberar í Føroyum. Tí skal Kringvarpið í sínum virksemi ríka lív og samleika føroyinga við serliga føroyskum sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.

Vinarliga

Bjørn Kalsø

landsstýrismaður