Vil hava at Rigmor Dam verður kannað

Annita á Fríðriksmørk vil kanna embætisførsluna hjá Rigmor Dam, í kjalarvørrinum á gøluni um Glasir

Annita á Fríðriksmørk vil nú hava greiði á um, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur røkt sínar skyldur á fullgóðan hátt í sambandi við gøluna um arbeiðið at byggja skúladepilin í Marknagili, Glasir. Tí heitir Annita á Fríðriksmørk nú á Landsstýrismálanevndin aum at taka málið upp til viðgerðar.

 

Umframt at vera tingkvinna fyri Tjóðveldi, er Annita á Fríðriksmørk eisini næstforkvinna í Landsstýrismálanevndini. Og hon heldur, at Landsstýrismálanevndin eigur at viðgera um Mentamálaráðið hevur hildið sínar eftirlitskyldur, og um landsstýriskvinnan hevur brotið lógina ábyrgd landsstýrismanna.

 

– Tað er staðfest, at Mentamálaráðið hevur ábyrgdina fyri, at játtanin verður hildin, sigur Annita á Fríðriksmørk í hesum sambandi. Hon sigur, at hendan ábyrgdin hjá Mentamálaráðnum átti ikki at verið minni av, at Mentamálaráðið letur Landsverki ræðisrættin yvir játtanini.

 

– Spurningurin er, um eftirlitið tá ikki heldur átti at verið so mikið størri, heldur næstforkvinnan í Landsstýrismálanevndini.

 

– Nógv rumbul hevur staðist av játtanini til Glasir. Staðfest er, at pengar eru brúktir í heimildarloysi, og togan hevur verið um hvør hevur ábyrgdina av hesum heimildarloysi. Á seinasta tingfundi fyri jól var uppskot um mistálit á landsstýriskvinnuna til viðgerðar. Uppskotið fall, men undir viðgerðini vóru fleiri, sum vístu á, at landsstýrismálanevndin átti at taka málið til viðgerðar.

 

– Tá var ivi sáddur um, antin hetta var eitt mál fyri landsstýrismálanevndina, tí í starvsskipanini hjá nevndini stendur, at nevndin tekur ikki mál til viðgerðar um, at útreiðsla er hildin, sum ikki heimild er fyri. Kærur um slík mál verða send løgtingsgrannskoðarunum til viðgerðar.

 

Men Annita á Fríðriksmørk sigur, at hetta málið snýr seg eisini um annað, enn um at peningur er brúktur í heimildarloysi. Hetta málið snýr seg eisini um at tryggja, at tað Ráðið, sum biður um pengar frá løgtinginum, og fær peningin játtaðan, tryggjar, at eftirlitið í ráðnum virkar.

 

Hetta er fyri at tryggja, at ongin ivi er um, at játtanin fer til tað, sum biðið varð um og spurningurin er tí, um hetta eftirlitið hevur verið nøktandi í málinum um játtanina til Glasir, sigur Annita á Fríðriksmørk.