Johan Dahl ætlar nú at virka fyri, at Rúsan verður eitt alment partafelag.
Hann sigur, so verður Rúsan púra leys av fíggjarlógini og at tað fer at geva stovninum nógv størri frælsi at virka og at leggja síni egnu viðurskifti og framtíð til rættis.
Eitt nú kann Rúsan læna pening til ávís endamál, hevur hon tørv á tí.
Johan Dahl sigur, at hetta fer at gera hana leysari av politisku skipanini og tað heldur hann, at hon hevur uppiborið.
- Tað sum fyrifórst í Løgtinginum nú ein dagin, har politikarar brúktu langa tíð upp á at kjakast um, antin Rúsan var í sínum góða rætti at brúka 1,5 millión til at flyta í nýggjan bústað herfyri, hoyrir ikki heima.
- Tað er óheppið, at politikarar viðgerða vanlig rakstrarlig viðurskifti hjá Rúsuni. Hon hevur krøv um avkast til landskassan og tí má hon fáa frælsi at virka, so hon fær útvegað hetta avkastið.
Hann staðfestir kortini, hóast Rúsan verður alment partafelag, fer tað ikki at broyta endamálið við rúsdrekkapolitikkinum tað allarminsta, tí hann skal framvegis vera at tálma nýtsluna. Tað fer heldur ikki at ávirka íkastið hjá Rúsuni til landskassan, tí hon kemur at betala vinningsbýti, akkurát sum onnur almenn partafelag.