Vil fegin hava Galaxy aftur at avloysa Smyril

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum tekur undir við, at Strandferðslan fær Galaxy aftur at avloysa Smyril

– Eg taki fult undir við, at Strandferðslan roynir at fáa Galaxy til fast avloysaraskip fyri Smyril, tá i hann er í dokk.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum.

 

Grikska ferjan, Galaxy var í Føroyum í nakrar vikur í vár og sigldi fyri Smyril. Hóast Strandferðslan vísir á, at sum heild gekk tað væl at sigla, men tað, fólk minnast best, er, hvussu syndarliga leingi tað gekk at leggja at. Og ikki minst minnast fólk, at hon vendi aftur tann eina túrin.

 

Henrik Old sigur, at skipinum sjálvum var ikki nógv at finnast at.

 

– Samanborið við onnur avloysaraskip, Strandferðslan hevur havt, er Galaxy nógv tað besta avloysaraskipið, tí hini hava verið munandi verri at sigla við, eitt nú vóru tekniskir trupulleikar gerandiskostur. Tá hugsi eg ikki um Norrønu, men hana fáa vit ikki aftur, sigur Landsstýrismaðurin.

 

Samstundis hevur Strandferðslan boðað frá, at roynt verður at gera eina avtalu við reiðaran um at fáa Galaxy aftur, og tað tekur landsstýrismaðurin undir við.

 

– Tað er ógvuliga umráðandi at fáa eina avtalu ílag, sigur hann.

 

 

Les eisini: Verður kanska fastur avloysari fyri Smyril

 

 

Men hann ásannar, at kemur Galaxy aftur, skulu summi viðurskifti fáast í rættlag. Eitt nú heldur hann, at manningin skal á simulatorskeið í Føroyum, og samstundis skulu føroysku yvirmenninir fáa størri myndugleika umborð.

 

 – Eydnast tað, sær myndin heilt øðrvísi út, tí tá fer tað at vera munandi skjótari at leggja at, sigur Henrik Old.