Mike Shotton, sum býr í enska býnum Newcastle, er farin undir at savna undirskriftir fyri at fáa poppkorn banna í biografum. Mike heldur, at poppkorn og larmar og luktar so illa, at tað órógvar upplivingina hjá nógvum fólkum í biografum.
Tað var, eftir at Mike Shotton hevði hugt eftir nýggja Star Wars filminum, at hann var so irrieraður inn á poppkorátið, at hann fór undir sína undirskriftainnsavning.
Mike Shotton heldur, at tað er bakvent, at samstundis sum tað ferð eftir ferð verður mint á, at fólk skulu vera friðarlig undir filmssýningum, skal larmandi poppkorn verða loyvt.

Vil banna poppkorni í biografum





