Vil avsanna søgur um brúkaragjøld

Tingmaður vil hava fíggjarmálaráðfrúnna at avsanna, at samgongan vil áseta brúkaragjøld.

Tingmaður vil hava fíggjarmálaráðfrúnna at avsanna, at samgongan vil áseta brúkaragjøld.

 

Kann landsstýriskvinnan vátta, at niðanfyri endurgivnu brot úr samgonguskjalinum ikki, sum tað annars ljóðar, snúgva seg um, at samgongan hevur ætlanir um at áleggja búkaragjøld í almenna tænastugeiranum ella fremja privatiseringar av almennum virk­semi?

 

Soleiðis spyr Jenis av Rana Kristinu Háffos. Hann vísir á hesi brot úr samgonguskjalinum:

 

”tað privata  skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri”

 

og

 

”skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar”.

 

Jenis av Rana vísir á, at aftur og aftur hava politikarar, einamest ytst á høgraveinginum, og høgravendar stjórnir um allan heim roynt seg við álopum á samhaldsføstu skipanina.

 

– Fremst í hesum royndum hava brúkaragjøld, til dømis innan heilsutænastur og privatiseringar, til dømis innan reingerð á almennum stovnum, verið roynd. Kanningar eftir kanningar vísa tó, at tað, sum við byrjan varð hálovað sum sjálvsøgd nýskapan og sparing, skjótt gjørdist ein boomerangur, sum rakti sendaran, tað almenna og tey, sum tænasturnar brúka, meint.

 

Men hetta eigur ikki at undra, heldur Jenis av Rana.

 

– Tí privatiseringar hava jú eittans endamál: at vinna privatum tann pening, sum annars verður brúkur at tæna tí einstaka borgaranum við, sigur hann.

 

Hann vísir á, at her heima hava fortalarar fyri privatisering og brúkaragjøldum eisini gjørt um seg, seinast í farnu samgongu, har tað sambært honum tíbetur eydnaðist at steðga hesum royndum.

 

– Dømi eru millum annað um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum slepti ætlanunum um brúkaragjøld, og landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlanum sínum um privatisering av pørtum av strandferðsluni.

 

– Væl vitandi, at tann eini samgonguflokkurin liggur langt til høgru og óivað er svangur eftir bæði privatiseringum og brúkaragjøldum, fái eg meg ikki at trúgva, at bulurin í samgonguni, sum væl dáma at nevna seg sosialar at vera, vilja lata hetta um seg ganga, sigur Jenis av Rana, sum tí vil hava Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum at greina sær hesar báðar orðingar.

 

– Hvussu tær hava funnið sær veg inn í samgonguskjalið, kann undra, men gott og tryggjandi hevði verið at fingið staðfest, at hesir báðir flokkar ikki eru farnir av kós, og at ætlanirnar um privatisering og brúkaragjøld ikki skulu takast í álvara.