Nú í vikuni ? viku 33 ? selja Irma-handlarnir aftur fiskavørur frá Norðfra upp á tilboð. Afturat, er ætlanin at hava fýra tilboðsvikur í heyst.
Í tvey ár hevur Norðfra havt samhandil við Irma-handlarnar í Danmark av detailpakkaðum vørum við egnum logo.
Í fyrstu atløgu varð farið undir fiskasuppuna, men tá stívliga hálvt ár var gingið, varð hon útskift við hýsufløk bæði raspað og naturel í frystidiskinum.
Irma-leiðslan hevur verið vælnøgd við kvalitetin, og sjálvir hava teir verið við til at designað pakkarnar, men á marknaðinum eru so nógv fiskasløg frá so mongum virkjum, sum eisini eru fíggjarliga væl fyri og sterk í marknaðføring, so her skal nógv arbeiði leggjast í.
Norðfra hevur fingið fleiri afturmeldingar frá fólki bæði búsitandi í Danmark og úr øðrum londum, eitt nú úr Skotlandi, sum hava verið í Danmark og ferðast og hava keypt vøruna har og hava róst góðskuni.
Heimamarknaðurin hjá Norðfra her í Føroyum hevur verið vaksandi seinastu árini, og tað, at fyritøkan er komin inn í Irma, skyldast, at byrjunararbeiði varð gjørt á heimamarknaðinum í Føroyum.










