Fyri Ukraina er støðan við at gerast kritisk. Síðst í februar verður roknað við, at landinum fer at tørva pengar til at gjalda eitt nú skúlar og sjúkrahús.
Tí økist trýstið á Brússel fyri at gera eina avtalu millum ES londini, sum kann tryggja Ukraina frið um búskapin komandi árini.
Men tað er óvist, um tað fer at eydnast, tá ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 27 ES londunum hittast hósdagin. Tað sigur høgur embætismaður í ES undan toppfundinum.
– Týðuligur fjáltur er. Nú skulu vit halda høvdið kalt.
– Tað eru dagligir fundir við londini fyri at finna eina loysn, sigur embætismaður, sum ikki vil leggja navn til.
ES nevndin hevur ítøkiliga sett fram uppskot um at seta 50 milliardir evrur av til Ukraina yvir fýra á. Tað skal tryggja Ukraina frið um búskapin, meðan kríggið í móti russisku deildunum heldur fram.
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, hevur tó hótt við at nýta sýtingarrættin ímóti uppskotinum. Tann hóttanin er ikki tikin av borðinum fyri fundin hósdagin.
Fyrst í januar vóru annars tekin um, at tað kanska kundi finnast ein neyðsemja við Orbán, men nú bara tveir dagar undan ES toppfundinum er vónin við at hvørva.
– Vit vilja framvegis hava eina avtalu við øll 27 ES londini um fíggjarætlanina saman við Ungarn. Tað er einki ynski um at halda Ungarn uttanfyri.
– men tað er óvist, um tað verður ein avtala millum øll 27 ES londini, sigur embætismaðurin.
Ungarn hevur áður latið upp fyri eini avtalu yvir fleiri ár, um tað verður mett av nýggjum um pengarnar itl Ukraina.
Tað letur tó upp fyri, at Orbán hvørt ár aftur fær møguleikan at nýta sýtingarrættin.
Tað ynskja hini 26 ES londini í útgangsstøðini eisini. Tí fara tey eftir eini avtalu millum tey 27 ES londini, har fíggjarætlanin økist, so pengar verða settir av til Ukraina yvir fýra ár.
Ein møguleiki er, at hini 26 londini gera eina fígging yvir fleiri ár uttan um Ungarn. Men tað kann eisini skapa trupulleikar. Tí tað hevði verið gjørt uttan um ES fíggjarætlanina og helst kravt atkvøðugreiðslur í øllum teimum 26 tjóðartingunum.
Her kann ein Ukraina-avtala møta mótstøðu frá flokkum, sum ikki vilja senda fleiri pengar til Ukraina, men heldur vilja brúka teir í heimlandinum.
– Vit vita ikki, hvussu nógv lond í so fall skuldu atkvøtt. Tað skulu tey venda aftur við, sigur embætismaðurin.
Eitt nú í Italia verður mett, at ein slík loysn hevði møtt mótstøðu.
Ein síðsti møguleiki er, at ES londini geva upp málið um fígging av Ukraina í fleiri ár. Í staðin kunnu ríkis- og stjórnarleiðararnir við kvalifiseraðum meiriluta samtykkja fígging av í Ukraina í eitt ár.
Tað fer tó at gera, at Ukraina stendur eftir við óvissuni um búskapin. Samstundis fara ES londini at standa í somu samráðing við Orbán næsta ár, tí tað ber bara til at gera hesa serligu loysnina
/ritzau/