Svenska heimasíðan, Vänner av Färöfotboll, ið Sören Flink umsitur, ger støðugt upp, hvussu liðini í bestu mansdeildini í fótbólti skikka sær, tí tald verða stig saman fyri gulu og reyðu kortini, liðini fáa. Liðini fáa eitt stig fyri gult kort og trý stig fyri reytt.
Tá tveir triðingar av kappingini vóru spældir, sum var um ólavsøkumundið, tá 18. umfar var á skránni, vóru tað tvey lið, ið skaraðu framúr. Liðini fáa eitt stig fyri gult kort og trý stig fyri reytt.
Tey vóru Víkingur og EB/Streymur, ið hava ávikavist 34 og 35 stig, í kappingini um at vinna Fair Play-heiðurslønina, ið Vänner av Färöfotboll lata sum ferðasteyp á hvørjum ári.
Síðani er nokk so javnt millum sjey av hinum átta liðunum, ið hava milum 42 og 48 stig, áðrenn komið verður til TB, sum er eitt fitt petti aftan fyri hini við 58 stigum.









