Víkingur og HB bresta saman í steypahálvfinaluni hjá kvinnum

Skála og KÍ møtast í hinari hálvfinaluni

Jacoba Langgaard og Heðin Arge stóðu fyri lutakastinum, tá finnast skuldi fram til, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum (Mynd: fsf.fo)

FSF skrivar:

 

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, sum verða spældar 3. og 14. septembur

 

Tað verður Skála ímóti KÍ, og Víkingur, sum á heimavølli tekur ímóti HB, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar.

 

Sum skráin liggur nú, so verða fyrru hálvfinalurnar avgreiddar mikudagin 3. septembur, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. septembur.

 

Í fjórðingsfinalunum, sum blivu spældar í gjár, hósdagin, vóru úrslitini hesi: KÍ – FC Hoyvík, 9-0, Skála – 07 Vestur 6-2, Víkingur – B36 3-0, og aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping vann HB 3-0 á NSÍ við Løkin í Runavík.

 

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur. Skrivar FSF. 

 

Jacoba Langgaard og Heðin Arge stóðu fyri lutakastinum, tá finnast skuldi fram til, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum (Mynd: fsf.fo)