Víkingur er størsti favoritturin hetta umfarið

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-B68

Seinnapartin klokkan 15 í morgin byrjar eysturoyaruppgerðin í Betrideildini hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Víkingur er oddalið við 36 stigum, meðan B68 er næstaftast í deildini við sjey stigum.

 

Tá liðini hittust í Sarpugerði vann Víkingur 2-0.

 

Víkingur er størsti favoritturin hjá altjóða veddingarfyritøkunum hetta leikumfarið í Betrideildini.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Víking eru so lág sum 1,08.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,91.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til B68 eru so høg sum 17,91.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##