So gekk tað ikki meiri hjá AB. Í Sarpugerði vann Víkingur 4-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Hetta er onnur ferðin í ár, at AB hevur kós aftur í Eysturoyartunnilin við ongum stigi. Fyrra ferðin, var tá ið AB tapti 2-1 í Runavík.
Ta ferðina kendu argjamenn seg hava betri uppiborið og tað av røttum, tí tað hevði einki forgjørt verið í tí, um AB ta ferðina vann í hvussu so er eitt stig.
Soleiðis var tað ikki í dag. Serliga í fyrra hálvleiki var tað mest sum einvegis ferðsla ímóti málinum hjá gestunum, og soleiðis var tað av álvara seinna partin av seinna hálvleiki.
Víkingarnir vóru skjótari í fatan og handling, og teir spældu seg til fleiri góðar møguleikar. At tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr meiri enn einum dysti er bara staðfesting av, at tað at gera mál er stóri trupulleikin í ár hjá Víkingi.
Aron Benjaminsen var ógvuliga væl upplagdur fyrstu løtuna, og tað var hann, sum longu í fimta minutti setti hol á. Tað gjørdi hann við fínum stútara aftanfyri handara stólpa og í hitt síðunetið. Uppleggið úr vinstru átti væl upplagdi Ingi Jonhardsson.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var AB meiri í álopsstøðu, og samanspælið úti á vøllinum var á góðari leið, men tað eydnaðist ikki at fáa brodd og tyngd í álopsspælið.
Jóhan Petur Poulsen skifti tríggjar spælarar hjá Víkingi út miðskeiðis í seinna hálvleiki, og løtuna eftir skoraði Víkingur tvey mál aftrat.
2-0 málið skoraði miðverjin Ingi Arngrímsson eftir horna úr høgru, og 3-0 og 4-0 málini skoraði innskifti Filip Djordjevic. Tað fyrra var eftir uppspæl úr høgru, og tað seinna var eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum. Hetta var fyrsta ferðin í hesum umfarinum, at Filip var á liðnum hjá Víkingi, og hann takkaði fyri álitið við at verða tvífaldur málskjútti og harvið at staðfesta ársins størsta sigur hjá Víkingi.
Stórsigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur sjey stig, meðan AB framvegis hevur níggju stig.











