Víkingarnir eru ótroyttiligir. Higartil í ár hava teir sligið høvdið í gólvið í steypakappingini fleiri ferðir. Kortini hava teir nú atgongumerkið til finaluna í hondini. Í landskappingini hava víkingarnir verið mest sum avskrivaðir, eftir at teir undan kappingarbyrjan søgdu seg ætla at vinna fyrsta FM heitið til felagið.
2-0 sigurin á B36 mikukvøldið, finaluplássið og serliga framúr hugburðurin birta undir nýggja vón í landskappingini. Hans Jørgen Djurhuus vísir seg í orðsins sanna týdningi at vera gull verdur á sentrala og verjukenda miðvallarplássinum.
-Kurvan vísir rætta vegin. Mikukvøldið vóru vit greitt omaná alla tíðina. At vit skoraðu leiðslumálið beinanvegin var avgerandi. Fram ímóti dystarenda vóru vit illa sperdir, tí vit høvdu brúkt so nógva orku. Tá var tað gott at hava Lava, sum so snilt tamdi og spældi Philip Djordjevic leysan, og væl upplagdi Philip sveik okkum ikki og skoraði avgerandi 2-0 málið, staðfestir sera væl nøgdi Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.
Hóast Víkingur spældi mikukvøldið, og gestirnir í EB/Streymi ikki hava verið í dysti síðani sunnudagin, so síggja steypafinalistarnir ljóst upp á tað:
-Hatta var klassi. Nærdystirnir vóru nógvir, og vit stóðu okkum væl í teimum. Tað er hugaligt, tá fleiri av føstu monnunum resta. Nýggju spælararnir stóðu seg væl, og vit skulu halda fram við sama hugburði, sigur Víkinga venjarin.
Súni Olsen og Gert Hansen eru framvegis ikki tøkir, tí teir eru skaddir.
Í EB/Streymi kundi tað staðið betri til eftir tapið í Vági sunnudagin. Ein lítil uggi var tað, tá ið tað eftir steðgin eydnaðist at minka um tapið, so tað fór frá at vera 3-0 og til 3-2:
-Vit kunnu brúka hugburðin, sum vit vístu í 2. hálvleiki. Tað hevur ikki gingið væl seinastu vikurnar, men vit rokna framvegis við at røkka málinum, sum er at varðveita plássið í deildini, sigur liðformaðurin Niels Pauli Danielsen.
Rasmus Dan Sørensen og Árni G. Olsen eru skaddir og harvið ikki tøkir, og tað er ivasamt, um Leif Niclasen verður førur fyri at spæla ídag.