Vígdis Fjallstein, sum fyri mong er kend úr bólkinum Faroe5, hevur nú fyri fyrstu ferð skrivað ein sang á føroyskum.
Fimm ár liðin síðani Faroe5 bleiv til í 2008. Nógv er hent hesi fimm árini, og nú tá bólkurin Faroe5 ikki er virkin, hava limirnir møguleika at royna nýggjar leiðir.
Vígdis hevur tikist við tónleik seinastu árini. Í 2011 gav hon “Forget you” út, sum var eitt fangandi popplag í samstarvi við Eyðfinn Jensen, Thor Simonsen og Bárður Háberg. “Viljin” var útgivin á Amnestifløguni ,sum kom kom út í desember 2011.
Stílurin er nakað broyttur síðani, men enn er talan um popp. Heitið á nýggja sanginum er Ókend Fjøll.
Ætlanir eru lagdar at fara í studio aftur innan stutta tíð.
Hoyr lagið við at trýsta á pílin undir myndini.









