Ein dystur í bestu kvinnudeildini í hondbólti verður í Vestmanna, har VÍF fær vitjan av Søljuni.
Søljan hevur enn einki stig fingið í ár, og alt talar fyri einum greiðum sigri til VÍF, sum er nummar trý. Vinnur VÍF dystin, so eru tær bara tvey stig frá Kyndli, sum í løtuni er nummar tvey og harvið situr á seinna plássinum í FM-finaluni.