Viðhvørt skal lítið til at gera lívið so nógv lættari

Smáting kunnu gera tað nógv lættari at liva hjá rættiliga nógvum fólkum

 

Skuldi tað verið ein sjálvvirkandi sósapískari? Ella ein suppuskeið sum kann bendast í allar ættir?

Hetta eru bara tvey lítislig tól, sum kunnu gera gerandisdagin hjá nógvum fólki so ógvuliga nógv lættari.

 

Ein av básunum á Fólkafundinum í Runavík í dag, er tann há Giktafelagnum og eitt, tey vísa fram har, er eitt lítið úrvar av hjálpitólum til fólk, sum eru rørslutarnað av gikt, øðrum sjúkum, ella av óhappi.

 

Tað eru fleiri túsund føroyingar, sum hava okkurt slag av rørslutarni, men tað eru ikki øll sum vita, at tað finst eitt ómetaliga stórt úrval av hjálpitólum av øllum handa slagi, sum kunnu bøta so ógvuliga nógv um gerandisdagin.

 

Hjálpitólamiðstøðin hevur eitt stórt úrval, men tól kunnu eisini bíleggjast ígjøgnum Giktafelagið.

 

Og hjá teimum, sum hava rørslutarn av onkrum slagi, eru bestu ráðini at seta seta seg í sambandi Giktafelagið ella Hjálpitólamiðstøðina, tí hugflogið røkkur rætt og slætt ikki til at hugsa sær hvørji hjálpiamboð eru til taks.

 

Á básinum hjá Giktafelagnum, sum Carita Bjørklund, standandi, og Samly Reinert, manna, hava tey ein sjálvvirkandi rørimaskinu til grýtur, eitt serligt handtak sum ger tað lættari at bera plastposar, skeiðir og gafflar, sum kunnu bendast í allar ættir, eplaflisarar, dósaopnarar, ein serstakan penn til fólk, sum ikki fáa hildið einum vanligum penni og ein saks, sum er serliga góður at klippa við - bara fyri at nevna nøkur dømi um hjálpitól sum eru smá, men gera stóran mun.