Sunnudagin 28. oktober verður minnisvarði avdúkaður í Skálavík fyri Kristian Osvald Viderø Minnisvarðin, sum er gjørdur á Grótvirkinum í Skálavík, stendur við Skálavíkar kirkju. Byrjað verður við guðstænastu kl. 12, og síðani verður hátíðarhald, har sonurin Torbjørn Viderø avdúkar minnisvarðan.
K. O. Viderø var føddur í Skálavík 1906. Í 1930 tók hann málsligt studentsprógv í Keypmannahavn og gudfrøðiprógv frá lærda háskúlanum í Keymannahavn í 1941. Hann var prestur í Hvalvík 1947-1952, í Tórshavn 1953-1965, á Viðareiði 1965-1968 og í Hvalba 1968-1976. Viderø doyði í Keypmannahavn í 1991.
Sum bíbliutýðari var hann maðurin, ið megnaði at lyfta arvin eftir Jákup Dahl próst. Týðing hansara av Gamla Testamenti var liðug í 1952 og kom út í síni heild í Bíbliuni 1962. Fyrsta bók hansara var ?Ferð mín til Jorsala?, sum kom út í 1957. Eftir at hann fór frá sum prestur eru nógvar bøkur komnar aftrat, teirramillum tær nógv lisnu saga-bøkurnar og ferðafrásagnir.
Eftir hátíðarhaldið verður alment borðhald á Keldu, har fleiri fara at hugleiða um bygdamannin, sum gjørdist prestur, bíbliutýðari og skald.