VIDEO: Vóru aftanfyri 0-2, vóru á odda 3-2 og taptu 3-4

(Video) Síggj hæddarpunktini frá tí ótrúliga dystinum har Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðabliki taptu fyri HK á heimavølli

Patrik Johannesen byrjaði inni fyri Breiðablik, ið heilkiksaði á heimavølli móti grannunum, HK í gjárakvøldi. Verandi meistararnir, Breiðablik vóru greiðir favorittar undan dystinum, men tað endaði við einum ótrúligum 4-3 sigri til HK.

 

HK skelkaði Breiðablik og legði seg framum 2-0 tá bert sjey minuttir vóru farnir av dystinum. Breiðablik hevði fýra ótrúligar minuttir, har teir vendu 0-2 til eina 3-2 leiðslu. Men best sum fólk hildu, at nú fóru verandi meistararnir at knógva sigurin heim ger Breiðablik sjálvmál, og langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Atli Þór Jónasson sigursmálið hjá HK, ið nú eigur argingarrættin í Kópavogi. Íslendsku miðlarnir eru tó samdir um, at talan var um ein ótrúligan og minniligan fótbóltsdyst.

 

Patrik var ikki millum málskjúttarnar hjá Breiðabliki, men hann hevði onkran góðan málmøguleika, og hann var ikki skiftur út fyrrenn ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, har ímillum onkran stóran málmøguleika til Patrik Johannesen.