VIDEO: Viljormur og Helsingborg eru nú aftast

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-AIK 1-2 (1-0)

Viljormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra bakki, tá lið hansara, Helsingborg á heimavølli tapti 1-2 fyri AIK Stockholm.

 

Anthony van den Hurk legði Helsingborg á odda beint undan steðginum, men í seinna hálvleiki vendi AIK dystinum við at skora tvey mál fyrsta stóra korterið av seinna hálvleiki.

 

Helsingborg liggur nú aftast í Allsvenskuni við fimm stigum. Tó er bert eitt stig upp til Sundsvall, ið er triðaftast við seks stigum. 

 

Helsingborg spælir aftur 27. juni. Tá verður Malmö FF mótstøðuliðið á útivølli.

 

Nations League verður á skránni hjá Viljormi komandi vikurnar.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og AIK:

 

##med2##