Mánakvøldið vann liðið hjá Tróndi Mikkelsen, Karlskrona týðandi sigur á útivølli í Helsingborg. Karlskrona vann 36-35 á OV Helsingborg. Karlskrona var á odda 19-14 í steðginum.
Tróndur gjørdi sítt við at skjóta fimm mál, og at leggja upp til trý mál (assist). Og hann gjørdist eisini stóra hetjan við at skjóta sigursmálið hjá Karlskrona við einum "flúgvara" í allarseinasta sekundinum. Í Svøríki nevna tey tað "ein japanara".
Karlskrona er nummar níggju í deildini við 26 stigum. Ystad á sjeynda plássinum, og Önnered á áttanda plássinum hava eisini 26 stig. So tað er hørð kapprenning um týðandi áttanda plássið nú tvey umfør eru eftir at leika í grundspælinum.
Fríggjakvøldið klokkan 18 hevur Karlskrona dyst á heimavølli móti AMO.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum OV Helsingborg-HF Karlskrona 35-36 (14-19). Njótið sigursmálið hjá Tróndi:
##med2##











