Tíðindaskriv frá Posta:
Nýggj frímerki eru komin út
Dagarnir gerast alsamt ljósari, og nú várið nærkast, fegnast vit um nýggj frímerki, har søga, náttúra og norrøn gudalæra fáa rúm.
Heimskendir flogskiparar vitja í Føroyum II
Týski flogskiparin, Wolfgang von Gronau, vitjaði á Tvøroyri fýra ferðir millum 1928 og 1931. Í 1930 varð hann tann fyrsti, ið fleyg beinleiðis frá Evropa til New York umvegis Føroyar. Tá hevði hann flogið í 47 tímar við fleiri millumlendingum.
Ein annar kendur flogskipari tá á døgum var amerikumaðurin, Parker Cramer, sum vitjaði í Vági í 1931. Hetta var tann seinasta av hansara royndum at flúgva um Atlantshavið, tí hann fórst í illveðri seinni á hesum sama túri, tá hann skuldi flúgva úr Hetlandi til Keypmannahavnar.
##med2##
Hetta er onnur útgáva í røðini um heimskendar flogskiparar, sum vitjaðu í Føroyum tíðliga í flogsøguni. Listafólk: Janus Dam Guttesen
Avtoftaðar bygdir: Skarð
Í fjør varð avtoftaða bygdin Víkar myndað á frímerki, og hesa ferð er tað bygdin Skarð. Umgyrd av fjøllum og havi var fámenta Skarðsbygd tætt knýtt at sterku og skiftandi náttúruni. Á hesum stað vunnu tey sær dagligt breyð og klæðir uppá kroppin av tí, sum forvinnast kundi av sjógvi og landi. Fólk hava búð her í øldir, men nær fyrstu fólkini settu seg niður á Skarði, veit eingin at siga. Søgan hjá Skarðsbygd endar brádliga tann 26. januar í 1919. Myndirnar hevur Andrija Ilic tikið.
Ævintýrdjór
Í mestsum allari heimsins gudalæru finna vit yvirnatúrliga ævintýrkend djór, sum hava partar av menniskja í sær og bera fram sín serliga boðskap. Søgan um Fávnir, drekan ella ormin, sum goymdi gullið á Glitraheiði og varð dripin av Sjúrði Sigmundarsyni, er væl kend úr Sjúrðarkvæðunum. Fenrisúlvurin,sonur Loki, varð mettur at vera vandamikil og tí lagdur í leinkjur. Tvær reisur sleit hann, men tann triðja leinkjan, Gleipnir helt honum fast. Tá hann varð bundin, legði Týr hondina í kjaftin á úlvinum sum trygd, men Fenrisúlvurin beit hondina av honum. Í Ragnaroki sleppur Fenrisúlvurin leysur og drepur Óðin, men verður síðani dripin av syni hansara, Víðar.
##med3##
Listamaðurin Edward Fuglø hevur í sínum mosaikki givið ævintýrdjórunum ein farra av tí, sum er at finna í gomlum klassiskum myndum av ævintýrdjórum og eisini av myndum, ið eru at finna í miðaldarskjølum.
Fáast til keyps
Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.












