Video: Tí atkvøddi Bill fyri nýskipanini

Bill Justinussen greiðir í kvøld frá, hví hann tók undir við nýskipanini og pørtum, sum hann ikki tekur undir við.

Í fleiri ár hevur Bill Justinussen tikið undir við, at tað skal vera møguligt hjá nýggjum aktørum at sleppa framat fiskivinnuni. Tað eru batar í uppskotinum, sum nú er samtykt, í mun til verandi skipan. Tað sigur Bill Justinussen, tá ið Miðlahúsið hitti hann í kvøld. 

 

 

 

Bill Justinussen gjørdi tað óvæntaða í kvøld, at hann atkvøddi við samgonguni í uppskotinum um at nýskipa føroysku fiskivinnuna. Sostatt varð uppskotið samtykt við 18 atkvøðum fyri og 15 ímóti. 

 

 

 

Tað eru tó fleiri partar av uppskotinum, sum Bill Justinussen er atfinningarsamur ímóti. Trýst á pílin fyri at síggja samrøðu við Bill Justinussen stutt eftir atkvøðugreiðsluna í Løgtinginum í kvøld.