Svøríki hevði ongan møguleika at røkka EM-hálvfinalunum aftaná Ísland og Kroatia vunnu sínar dystir í EM-millumbólki 2 fyrr í dag.
Kortini mannaðu svenskararnir seg upp til seinasta dystin í bólkinum, og teir vunnu stórsigur 34-21 á Sveis. Sveis var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Svøríki bert frammanfyri við tveimum málum, 14-12. Í seinna hálvleiki var klassamunur. Tað hjálpti Svøríki væl, at Andreas Palicka í svenska málinum bjargaði 40 prosent av málroyndunum.
Eric Johansson var við sjey málum toppskjútti hjá Svøríki. Við seks málum var Lenny Rubin toppskjútti hjá Sveis.
Kroatia vann bólkin við átta stigum. Ísland er nummar tvey við sjey stigum. Svøríki hevur eisini sjey stig, men Ísland er betri innanhýsis. Svøríki skal tí spæla ein dyst um fimta plássið móti Portugal.
Slovenia hevur fýra stig. Ungarn og Sveis hava tvey stig hvør fyri tveir javnleikir. Sveis endar aftast í bólkinum, tí teir hava verra málmunin.
HER eru úrslitini í millumbólki 2:
23. januar: Ísland – Kroatia 29-30
23. januar: Sveis – Ungarn 29-29
23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35
25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32
25. januar: Ísland – Svøríki 35-27
25. januar: Sveis – Kroatia 24-28
27. januar: Sveis – Ísland 38-38
27. januar: Slovenia – Kroatia 25-29
27. januar: Svøríki – Ungarn 32-32
28. januar: Slovenia – Ísland 31-39
28. januar: Kroatia – Ungarn 27-25
28. januar: Sveis – Svøríki 21-34
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Sveis-Svøríki 21-34 (12-14):
##med2##











