VIDEO: Danmark knústi Noreg og vann EM-millumbólk 1

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Danmark-Noreg 38-24 (19-16)

Fyri fyrstu ferð í hesum EM-endaspælinum var Thomas Arnoldsen á vøllinum fyri Danmark (Mynd: Ritzau Scanpix)

Danmark hevur vunnið EM-millumbólk 1, og skal spæla EM-hálvfinalu móti Íslandi í Boxen í Herning. Hálvfinalan verður spæld fríggjakvøldið klokkan 19.30. 

 

Danmark vann stórsigur 38-24 á Noregi, ið bert megnaði at fylgja við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Danmark á odda 19-16. 

 

Emil Nielsen var aftur framúr í danska málinum, og hann bjargaði 34 prosent av málroyndunum. 

 

Toppskjúttar hjá Danmark við sjey málum hvør vóru Emil Jakobsen og Mathias Gidsel. Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál, og tað sama gjørdi Thomas Arnoldsen, ið spældi sín fyrsta dyst í EM-endaspælinum í kvøld. 

 

Toppskjúttar hjá Noregi vóru August Pedersen og Føroyavinurin, Tobias Grøndahl við seks málum hvør.

 

Danmark vinnur bólkin við átta stigum. Týskland hevur eisini átta stig, men er verri innanhýsis móti Danmark. Portugal er nummar trý við fimm stigum, og skal spæla dyst um fimta plássið móti Svøríki. Frakland hevur fýra stig, Noreg hevur trý stig, og Spania er aftast í bólkinum við tveimum stigum.

 

Úrslitini í EM-millumbólki 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

Týskland – Portugal 32-20

 

Spania – Noreg 34-35

 

Frakland – Danmark 29-32

 

Leygardagin 24. januar:

 

Frakland – Portugal 46-38

 

Spania – Danmark 31-36

 

Týskland – Noreg 30-28

 

Mánadagin 26. januar:

 

Portugal – Noreg 35-35

 

Spania– Frakland 36-32

 

Týskland – Danmark 26-31

 

Mikudagin 28. januar:

 

Spania – Portugal 27-35

 

Týskland – Frakland 38-34

 

Danmark – Noreg 38-24

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Danmark-Noreg 38-24 (19-16):

 

##med2##

 

 

 

 

 

Fyri fyrstu ferð í hesum EM-endaspælinum var Thomas Arnoldsen á vøllinum fyri Danmark (Mynd: Ritzau Scanpix)