EM: Her eru klokkutíðirnar til hálvfinalurnar

EM-hálvfinalurnar vera leiktar fríggjadagin

Fríggjadagurin verður ein stórur EM-hondbóltsdagur, har nógvir føroyingar fara at seta at hyggja eftir EM-hálvfinalunum, ið vera leiktar í Boxen í Herning.

 

Fyri føroyingar hevur dysturin millum tey bæði liðini vit halda mest við aftaná okkara egna landslið, Ísland og Danmark stóran áhuga. Fríggjadagin verður eisini ein dystur um fimta plássið á skránni.

 

Leikt verður soleiðis:

 

Klokkan 14: Portugal-Svøríki (dystur um 5. plássið)

 

Klokkan 16.45: Týskland-Kroatia (hálvfinala)

 

Klokkan 19.30: Danmark-Ísland (hálvfinala)

 

EM-finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.