VIDEO: Sveisiski landsliðsmálverjin hevur bjargað fimm brotsspørkum á rað

(Video) Yann Sommer er helst besti brotssparksbjargingarmaðurin í altjóða fótbólti

Her bjargar Yann Sommer einum brotssparki hjá Kylian Mbappé undir EM-endaspælinum í fjør

Ígjár vann Sveis 2-1 á Kekkia á heimavølli í Nations League Deild A. Sveis endaði á einum triðja plássið við níggju stigum, einum stigi færri enn Portugal, og tveimum stigum færri enn Spania, ið vann bólk 2.

 

Tað er tó sveisiski málverjin, Yann Sommer sum stjelur altjóða yvirskriftirnar.

 

Tá 61 minuttir vóru farnir av dystinum við støðuna 2-1 til Sveis dømdi dómarin brotsspark til Kekkia.

 

Yann Sommer í sveisiska málinum bjargaði hegnisliga brotssparkinum hjá Tomas Soucek. 

 

Talan er um fimta brotssparkið á rað Yann Sommer bjargar sum sveisiskur landsliðsmálverji. Hetta kann gerast avgerandi tá Sveis skal kappast við Kamerun, Brasil og Serbia um at vinna seg í HM-áttandapartsfinalurnar undir HM-endaspælinum í Katar seinast í november. Tí eingin ivi er um, at Yann Sommer er í løtuni besti brotssparksbjargingarmaðurin í altjóða fótbólti. 

 

HER ber til at síggja brotssparkið Yann Sommer bjargaði móti Kekkia ígjár: 

 

##med2##

 

 

 

Her bjargar Yann Sommer einum brotssparki hjá Kylian Mbappé undir EM-endaspælinum í fjør