Oyggjaleikirnir í 2029 vera á sama staði, har fyrstu oyggjaleikirnir vóru í 1985, nevnliga á Oynni Man, ið liggur í Írska havinum miðskeiðis millum Ongland og Írland.
Oyggjaleika-fyrireikingarnevndin á Man hevur framleitt ein flottan framvísingarfilm, ið hevur eitt lítið søguligt baksýnið, men annars vísir hvørjar ítróttargreinir vera á leikunum, og eitt sindur um umstøðurnar á Man. Staðfestast má, at tað sær gott út við oyggjaleikaumstøðunum í 2029.
Talan verður um triðu ferð Oyggin Man er vertur. Fyrstu ferð var í 1985, og aðru ferð var í 2001.
HER sæst stutti og flotti framsýningarfilmurin um oyggjaleikirnar, ið vera leiktir í 2029: