TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr stríðsrópið hjá grønlendska fótbóltslandsliðnum inni í bókasavninum á Strand Hotel, har øll tey føroysku fjølmiðlafólkini búgva.
Grønland skal spæla finalu ímóti Isle of Man klokkan 12. Fleiri av føroyingunum, sum búgva á Strand Hotel hava ynskt grønlendingum hjartaliga góða eydnu við finaluni.
Fyrrapartin spælir Sara Lindskov Jacobsen eisini finalu í einmansleiki í badminton, og so er at vóna, at tvey grønlendsk gullheiðursmerki koma til høldar.