Aftaná fýra javnleikir og eitt tap í fimm teimum fyrstu dystunum hjá Fremad Amager í næstbestu donsku fótbóltsdeildini brast loksins fyri nev, tá Fremad Amager ígjár á heimavølli á leikvøllinum í Sundby á Amager vann heili 5-0 á Skive. Fremad Amager var á odda 2-0 í steðginum. 914 áskoðarar vóru til dystin. Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við Fremad Amager frá byrjan.
Olcay Senuglo gjørdist stóra hetjan hjá Fremad Amager við at skjóta hattrick í dag. Rune Friis og Andreas Granskov skutu hini bæði málini hjá Fremad Amager. Sigurin lyftir Fremad Amager væl á stigatalvuni. Fremad Amager er nú nummar seks í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við sjey stigum. Komandi dystur hjá Fremad Amager verður á útivølli ímóti Roskilde, sunnudagin 11. september.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. Fleiri av málunum hjá Fremad Amager eru vøkur og vælspæld mál.
Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.