Liðið hjá Áka D. Samuelsen, verandi svensku meistararnir, Mjällby AIF hevur vunnið seg í steypafinaluna, har høvuðsstaðarliðið, Hammarby verður mótstøðuliðið.
Mjällby vann í hálvfinaluni í dag á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik 3-0 á GAIS. Áki spældi allan seinna hálvleik.
Tom Pettersson legði Mjällby á odda í 31. minutti við einum rimmar skoti frá brotsteigarmarkinum, og beint undan steðginum økti Elliot Stroud við einum brotssparki til 2-0. Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá Jacob Bergström úr stuttari frástøðu staðfesti sigurin.
Finalan verður leikt á 3Arena leikvøllinum í Stokkhólmi 14. mai klokkan 16.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-GAIS 3-0 (2-0). Áki sæst við nummar 23 á rygginum:
##med2##











