Ferðafólkaflogfar og akfar rendu saman á flogvølli í New York

Í minsta lagi fýra fólk hava fingið skaða í einum samanstoyti millum eitt ferðafólkaflogfar hjá Air Canada og eitt akfar.

Myndir frá hendingini vísa, at fleiri bjargingarbilar eru til staðar. - Mynd: Bing Guan/Reuters

Eitt ferðafólkaflogfar hevur rent saman við eitt akfar á eini av flogbreytunum á flogvøllinum LaGuardia í New York.

 

Tað boðar amerikanski flogferðslumyndugleikin, Federal Aviation Administration, FAA, frá, sambært tíðindastovuni AFP mánamorgunin kkara tíð.

 

Sambært tíðindastovuni Reuters vísir flogeftirlitstænastan FlightRadar24, at talan er um eitt ferðafólkaflogfar hjá Air Canada, sum út amerikanska milliónbýnum úr Montreal í Kanada.

 

Tað rakti akfarið við eini ferð uppá næstan 40 kilometrar um tíman. Sambært FlightRadar24 hendi hetta, tá flogfarið rullaði eftir flogvøllinum, meðan akfarið, sum skal vera ein sløkkiliðsbilur, fór yvir um.

 

Ongar almennar fráboðanir eru um, hvørt nakar fekk skaða í samanstoytinum. Men keldur siga við NBC News, at í minsta lagi fýra fólk eru særd. Sambært amerikanskum miðlum fingu flogskiparin og stýrimaðurin álvarsligan skaða.

 

Hini bæði særdu eru í støðugum standi og innløgd við brotnum limum.

 

Amerikanski miðilin CNN skrivar, at videobrot, sum síggjast á sosialu miðlunum, vísa bjargingarbilar kring flogfarið, hvørs stýrirúm tykist hava fingið skaða.

 

Hendingin hevur fingið amerikanska loftferðslumyndugleikan at steingja flogvøllin við teirri grundgeving, at talan er um neyðstøðu.

 

Stongsulin fer fram lutvíst í mun til bjargingararbeiðið og lutvíst fyri at kunna kanna hendingina í dýpdina.

 

Komandi flogfør hava antin verið víst til aðrar flogvøllir ella eru flogin aftur har tey komu frá.

 

Sløkkiliðið í New York er kallað inn, siga myndugleikarnir.

 

Tilbúgvingarmyndugleikarnir ávara eisini um væntaðar avlýsingar, vegastongsul og seinkingar í ferðsluni orsakað av hendingini.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

/Ritzau/

 

 

 

Myndir frá hendingini vísa, at fleiri bjargingarbilar eru til staðar. - Mynd: Bing Guan/Reuters

Myndir frá hendingini vísa, at fleiri bjargingarbilar eru til staðar. - Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix

Mynd: Bing Guan/Reuters