Skúlin á Fløtum hevur næmingarnar til móttøkuflokk men eingi høli

Størsti skúlin í landinum, Skúlin á Fløtum, hevur havt í umbúna at seta á stovn móttøkuflokk, men av tí, at eingi høli eru til taks, er tilgongdin at seta á stovn móttøkuflokk steðgað

Hóast hóptilflyting hevur verið síðstu árini, er eingin umsókn frá nakrari kommunu at seta á stovn móttøkuflokk. Á triðja ári er eingin móttøkuflokkur í størstu kommununi í landinum. 

 

Tað skrivar Skúlablaðið.

 

- Vit ætlaðu at brúka eini ávís høli til móttøkuflokkin, men av tí at frítíðarskúlin eisini vantar høli, hevur Tórshavnar kommun tikið avgerð um, at frítíðarskúlin skal hava hølini, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

 

Umleið helmingurin av næmingunum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál í Suðurstreymoy, eru í Skúlanum á Fløtum, ella á leið 80 næmingar. Skúlastjórin býtir næmingarnar í tríggjar bólkar; ein bólkur er føroysk børn, sum eru vaksin upp uttanlands og sum hava brúk fyri einum skumpi í menningini at læra føroyskt betur, ein bólkur er børn av útlendskum uppruna, sum eru fødd og vaksin upp í Føroyum, men tosa ikki føroyskt raðið, og ein bólkur børn hjá útlendingum, sum nýliga eru komin til landið. Tað er hesi síðstu, sum sambært kunngerðini um føroyskt sum annaðmál lúka treytirnar at fáa undirvísing í móttøkuflokki.

 

- Næmingar, sum nýliga eru komnir til landið, tørvar miðvísa undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Teir eru umleið 20 í tali og eru, sum allir næmingar eru, ymiskt fyri málsliga. Summi av teimum, sum eru av útlendskum uppruna, men fødd og vaksin upp í Føroyum, lúka sum so ikki treytirnar at koma í móttøkuflokk, men fleiri teirra hava brúk fyri miðvísari undirvísing í føroyskum, soleiðis at tey koma betur á lagið.

 

Tá eingin móttøkuflokkur er, fáa næmingarnir undirvísing í smærri bólkum eftir tørvi og aldri.

 

Tøl frá Undirvísingarstýrinum frá september í fjør vísa, at tað eru 363 næmingar í 40 skúlum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Nógv teir flestu eru í Suðurstreymoy; í 9 skúlum er 162 næmingar; tá eru ukrainsku flóttabørnini tald við. Í Sandoy og Suðuroy eru tey 26 í 10 skúlum, í Norðstreymoy og Vágum 30 í 7 skúlum, í Eysturoy 129 næmingar í 9 skúlum, íroknað teimum trimum móttøkuflokkunum, og í Norðoyggjum 16 í 5 skúlum.

 

Tórshavnar kvøldskúli hevði móttøkuflokk, har næmingar úr øllum fólkaskúlunum í økinum vóru savnaðir, men skúlin gavst við tilboðnum á vári í 2023. Í løtuni eru tríggir móttøkuflokkar. Ein í Runavíkar kommunuskúla, sum er staðsettur í Glyvra skúla, og ein í Eysturkommunu og ein Fuglafjarðar kommunu. Skúlarnir í Eysturkommunu og Fuglafirði samstarva um móttøkuflokkarnar við at annar hevur teir yngstu næmingarnar og hin teir elstu. Umframt hesar er móttøkuflokkur fyri ukrainsk flóttabørn; hann er í Eysturskúlanum í Havn.

 

Les eisini Føroya Lærarafelag