Føroyska kvinnulandsliðið megnaði ikki at fáa stig annan dystin á rað í EM-undankappingini.
Hesaferð gjørdist talan um eitt 0-2 tap fyri Grikkalandi á Tórsvølli.
Í 13. minutti legði Grikkaland seg á odda við einum hornasparki, har málverjin, Eyðgerð Mikkelsen fór skeiv av bóltinum.
Í 78 minutti øktu grikkar til 2-0, og staðfestu sigurin.
Niðri í Andorra vann Montenegro 5-1 (3-1) á Andorra í okkara bólki.
Støðan í bólki 3 í deild C er, at Montenegro og Grikkaland hava 10 stig hvør. Føroyar hava trý stig og Andorra hevur einki stig.
12. juli spæla Føroyar móti Montenegro á heimavølli. 16. juli endar Føroyar kappingina við útidysti móti Andorra.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Føroyar-Grikkaland 0-2 (0-1):
##med2##











