Hóskvøldið tóku Niðurlond í okkara EM-undankappingarbólki móti Ukraina á heimavølli. Aftaná ein sera javnan dyst eydnaðist tað Niðurlondum at vinna ein tepran 40-39 sigur í einum sera teprum sigri, Í steðginum var Ukraina á odda 20-19.
Dmytro Artemenko skoraði 13 mál upp á 13 málroyndir, so hann verður ein okkara mugu royna at verja fyri í dystinum, tá okkara møta teimum á útivølli í Vilnius í Litava, sunnudagin klokkan 13.
HER ber til frá YouTube rásini hjá ukrainska hondbóltssambandinum at síggja ein samandrátt frá dystinum Niðurlond-Ukraina 40-39 (19-20):
##med2##