Videohæddarpunktini vísa, at KÍ kann veruliga iðra seg um tey trý málini KÍ fekk ímóti sær í Champions League undandystinum móti Bodø/Glimt á útivølli í Bodø.
Tað fyrsta var eftir hornaspark úr vinstru og eitt sindur tilvildarligt aftur og fram. Annað málið var eftir flatt innlegg úr høgru, sum málverjin átti at vart fyri, áðrenn bólturin rakk álopsspælaran, og tað triðja var við brotssparki, sum svenski dómarin bríkslaði fyri, tí bólturin tók í armin á Mads Bo Mikkelsen. Hetta kendist vera øgiliga harður dómur.
Bodø/Glimt – KÍ 3-0 (2-0)
1-0: Victor Boniface 11.
2-0: Victor Boniface 31.
3-0: Victor Boniface br 58.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum:
##med2##