Klæmint A. Olsen er søguligur í íslendskum fótbólti. Hann er tann fyrsti at skjóta mál fyri eitt íslendskt lið í einum dysti í einum evropeiskum bólkaspæli.
Breiðablik tapti 2-3 ímóti Maccabi Tel Aviv í bólki B í Europa Conference League niðri í Ísrael . Stutt undan steðginum minkaði Klæmint hegnisliga um munin til 1-3 aftaná eitt gott álop hjá Breiðablik.
Jason Daði Svanþórsson fann við góðari sending Klæmint inni í brotsteiginum. Klæmint var ísakaldur tá hann setti bóltin framvið málverjanum.
Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki stóð Klæmint á røttum staði og stútaði bóltin í netið til 3-2, og nú var veruligur spenningur í dystinum. Klæmint hevði stutt aftaná ein góðan málmøguleika at javna til 3-3, men Roi Mishpati í Tel Aviv málinum bjargaði hegnisliga.
5. oktober spælir Breiðablik móti ukrainska liðnum, Zorya Luhansk á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Zorya Luhansk og Belgiska liðið, Genk leiktu javnleik 1-1 í teirra innanhýsis dysti.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Maccabi Tel Aviv-Breiðablik 3-2 (3-1).