Fótbóltsfrøin er stór í Íslandi. Íslendingar eru nú bert ein dyst frá at røkka enn einum EM-endaspæli.
Íslendingar vunnu í kvøld Nations League hálvfinaluna móti Rumenia 2-1.
Íslendingar vóru á heimavølli á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, og við tveimum málum í fyrra hálvleiki syrgdi stóra stjørnan, Gylfi Sigurðsson fyri, at íslendingar høvdu ein góðan fyrimun. Alexandru Maxim minkaði um munin í seinna hálvleiki, men íslendingar stríddust fyri sigrinum og kunnu nú frøast um at hava rokkið finaluni.
Málið hjá Rumenia kom uppá brotsspark aftaná eina VAR-avgerð.
Í Nations League finaluni møta íslendingar Ungarn, ið vann 3-1 á Bulgaria í Sofia.
Nations League finalan millum Ungarn og Ísland verður spæld hóskvøldið 12. november. Vinnarin sleppur til EM-endaspælið.
Skuldi tað eydnast íslendingum at sigra á ungarum sleppa íslendingar til sítt triðja endaspæl. Íslendingar avrikaðu stórt í EM-endaspælinum í Fraklandi, har teir vunnu seg í fjórðingsfinaluna. Íslendingar vunnu seg eisini í HM-endaspæli í Russlandi í 2018, men har vunnu teir seg ikki úr bólkaspælinum.
Um íslendingar vinna á Ungarn koma teir í ein krútsterkan bólk við trimum EM-vinnarum í søguni. Verandi evropameistarunum, Portugal, Frakland sum hevur vunnið EM tvær ferðir, í 1984 og í 2000, og Týskland sum hevur vunnið EM tríggjar ferðir, í 1972, 1980 og í 1996.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá Nations League hálvfinaluni.











