VIDEO: Skeiv fløgg og skeivir flaggdagar gjøgnum fimm ár

(Video) Tað skuldi vera so gott tá almenna Danmark fyrstu ferð skuldi flagga fyri Føroyum á ólavsøku fyri fimm árum síðani

Børsen í Keypmannahavn við alternativum føroyskum fløggum á ólavsøku fyri júst fimm árum síðani

Lars Løkke Rasmussen, ið hevur føroyska konu, og sum skilir føroyskt tók stig til sum danskur forsætisráðharri, at almenna Danmark skuldi flagga fyri Grønlandi á tjóðardegi Grønlands 21. juni, og fyri Føroyum á ólavsøku. Somuleiðis skuldu donsku sendistovurnar kring heimin eisini flagga fyri Grønlandi 21. juni, og fyri Føroyum á ólavsøku.

 

Tað eru liðin júst fimm ár síðani hendan ætlanin hjá Lars Løkke Rasmussen, táverandi forsætisráðharra varð sjósett í bestu meining fyri at fremja meira kunning og forstáilsi fyri Grønlandi og Føroyum í Danmark.

 

Men staðfestast má, at tað hevur gingið lutfalsliga illa hjá fleiri donskum ráðstovum og almennum stovnum at minnast nær ólavsøka er. Tað er ikki farið eitt ár síðani 2016, heldur ikki í ár, at ikki onkur ella fleiri danskir stovnar hava flaggað við Merkinum 29. juni, og ikki 29. juli, tí tey halda, at 29. juni er tjóðardagur føroyinga.

 

Fyrsta árið í 2016 gekk enn verri. Tá høvdu fleiri danskir stovnar, eisini Ríkisumboðið í Føroyum fingið eitt "føroyskt" flagg við skeivum sniði, har býtt var um uppá litirnar í krossinum á flagginum.

 

HER sæst og hoyrist eitt innslag frá DR fyri júst fimm árum síðani um hetta pínliga mistakið. Allir føroyingar eru spentir uppá um danskarar fáa tað rætt í 2022: 

 

##med2##

 

Børsen í Keypmannahavn við alternativum føroyskum fløggum á ólavsøku fyri júst fimm árum síðani