Video: Sigrun fegnast um nýggj lungu hóast trupulleikar

Hetta sjónbandið varð tikið mánadagin fyri viku síðani.

 

Sigrun Bisp, sum hevur fingið lungatransplantatión í januar mánaði, hevur lagt enn eitt videobrot á hennara Facebook síðu, sum letur fólk fylgja gongdini. Sigrun skrivar um støðuna.

 

- Ætlanin var at eg skuldi flyta frá intensivu deild upp á transplantatiónsdeildina mikudagin, tí eg hevði ligið tríggjar dagar uttan respirator og var sloppin av við fleiri slangur, men so byrjaði eg knappliga at hosta so nógv og fekk ov nógv CO2 í blóðið, so eg mátti aftur í respirator. Eg havi aftur havt ov nógva vesku í kroppinum og verið hovin rundan um luftrørið, so tað hevur verið ov trongt til at anda sjálv.

 

- Nú gongur alt betur aftur, og eg havi fingið taluventil í aftur. Læknin væntaði tað fór at taka nakrar dagar inntil eg fekk tosað ordiligt, tí stemmubondini líka skuldu venjast uppaftur, men tað tók bara eitt host og tíggju minuttir, so var røddin komin aftur. Havi júst gingið runt á hospitalinum einar 500 metrar, og slapp eisini útum at fáa fríska luft. 

 

- Hóast míni nýggju lungu eru góð, so vilja læknarnir ikki hava, at tað gongur so skjótt at fáa meg víðari, tí so endar tað sum tað gjørdi mikudagin. Tí skal eg brúka respirator av og á, so lunguni og kroppurin kunnu fylgja við. Seint, men sikkurt, skrivar Sigrun Bisp. 

 

Fylg henni her á in.fo ella á Facebook síðuni "Mítt lív við cystiskari fibrosu"