Klokkan 11.30 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin seinna dystin í innleiðandi bólki B,
Talan verður um bólkafinaluna móti Kuwait SC. Füchse Berlin er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin.
Füchse Berlin vann ígjár stórsigur 48-34 á argentinska liðnum, San Fernando. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 24-14.
Hákun fekk møguleikan í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki var tað hálvi tvøramaðurin, Hans Lindberg sum var úti á veinginum. Hákun skoraði trý mál, vann liðnum eitt brotskast og vann eisini í onkrum føri bóltin frá San Fernando, tá argentinska liðið var í álopsstøðu.
Fyrradagin vann Kuwait SC 41-29 (19-15) á San Fernando í tí fyrsta dystinum í bólkinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum San Fernando og Füchse Berlin:
##med2##