VIDEO: Samuel og liðfelagarnir hava fult stigatal

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum IFK Mariehamn-SJK Seinäjoki 1-2 (1-0)

Aftaná trý umfør í bestu finsku fótbóltsdeildini hava Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki framvegis fult stigatal.

 

Í dag ferðaðust Samuel og liðfelagarnir longu leiðina til Álands fyri at spæla dyst móti IFK Mariehamn í álendska høvuðsstaðnum.

 

Samuel spældi allan dystin, ið SJK vann 2-1. Beint undan steðginum fekk SJK ein ordans hvøkk, tá heimaliðið legði seg á odda 1-0. Í 57. minutti javnaði Kasper Paananen til 1-1, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini skoraði Kasper Paananen sigursmálið til 2-1.

 

SJK er saman við Ilves fremst í deildini. Hesi bæði liðini eru tey einastu við fullum stigatali, níggju stigum fyri tríggjar dystir. Inter Turku og KuPs koma teimum á baki við sjey stigum hvør. 

 

Komandi mikudag klokkan 17 (klokkan 19 finska tíð) tekur SJK móti Oulu á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum IFK Mariehamn-SJK 1-2 (1-0):

 

##med2##