VIDEO: Sävehof-Hannover Burgdorf 34-25 (Samandráttur)

(Video) Síggj hvussu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í EHF European League

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í EHF European League, har Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vera mótstøðumennirnir.

 

Sävehof vann týskvøldið í seinnu áttandapartsfinaluna ein flottan 34-25 sigur á týska bundesliga-liðnum, Hannover Burgdorf. Hannover Burgdorf vann fyrra dystin 34-30, so talan gjørdist um ein samlaðan 64-59 áttandapartsfinalusigur til Sävehof. 

 

Sävehof var á odda 18-14 í steðginum, og tá var samlaða støðan javnleikur 48-48, men Sävehof legði aftrat í seinna hálvleiki, og framdi eitt av fremstu avrikunum í EHF European League hetta kappingarárið.

 

Óli skoraði tvey mál, umframt at leggja upp til fleiri mál hjá liðfeløgunum. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum. Fleiri góðar støður við Óla eru at síggja í samandráttinum: 

 

##med2##