Tá Burn Showdown var á skránni fríggjakvøldið, var tað samstundis ein søgulig løta, tá ið fyrsti skrásetti amatør boksidysturin í Føroyum nakrantíð, var á skránni.
Teir báðir, sum vóru í boksiringinum hesa løtu vóru Geir Thomsen úr Tórshavn Boksing og Thomas Jensen úr AK Jyden. Hetta var fyrstu ferð, at teir báðir boksaðust ein almennan, skrásettan dyst í klassanum undir 75 kg.
Við at trýst á pílin á myndini sært tú allan boksidystin, sum er tríggjar ferðir tríggjar minuttir.









