Brandur Hendriksson Olsen gjørdi aftur ein vørr um vikuskiftið
Liðið hjá Brandi, FH vann 2-1 á Fylkir á heimavølli, og Brandur skoraði bæði málini fyri FH.
Ólafur Ingi Skúlason legði Fylkir á odda á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.
Men so fór Brandur Hendriksson Olsen í gongd. Tá 61 minuttir vóru farnir javnaði Brandur fyri FH við einum góðum skoti uttanfyri brotsteigarmarkið, og júst tá vanliga leiktíðin var farin skoraði Brandur sigursmálið til 2-1 við enn einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum.
HER ber til at síggja bæði málini hjá Brandi H. Olsen. Tað er Støð2 sum analyserar málini.