Tað vóru 565 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld. Víkingur hevði í UEFA Conference League vitjan av Linfield úr Norðurírlandi. Fyrr í summar var tað stórt vónbrot, tá ið tað ikki eydnaðist Víkingi at vinna seg víðari í meistarakappingini ímóti Lincoln Red Imps úr Gibraltar.
Hetta saman við ikki serliga góðu veðrinum í dag mundi vera orsøk til, at áskoðarafjøldin ikki var so stór og mælsk, sum hon onkuntíð hevur verið, tá ið Víkingur hevur spælt í Europa.
Men tey, sum vóru á Tórsvølli, fingu fínt undirhald, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 2-1. Harvið er tað framvegis spenningur um, hvør fer at vinna seg víðari í kappingini. Tann spurningurin verður svaraður um eina viku, tá ið Linfield fer at eiga heimavøll á Windsor Park í Belfast.
Hjá víkingunum var fyrsta lítla løtan flúgvandi, tí longu tá ið tríggir minuttir vóru farnir, hevði ein av gestunum eftir innlegg stýrt bóltin í sítt egna mál.
Seks minuttir seinni varð 1-1.
Landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð var á beinkinum, tí hann bíðar eftir boðum av føðideildini, har hann innan næstu tímarnar verður pápi.
Tí var U-21 landsliðsmálverjin Hans Jákup Arngrímsson millum stólparnar. Hann hevur nógvar royndir úr næstbestu deildini, har hann hevur spælt 98 dystir. Burtursæð frá einum steypadysti, tá ið Víkingur á útivølli vann ímóti FC Hoyvík, so var hetta fyrsta ferðin, at hann vardi málið á besta liðnum.
Og fyrstu ferð Hans Jákup fekk fatur á bóltinum var, tá ið gestirnir við stútara høvdu javnað til 1-1.
So var dagsskráin sett. Gestirnir vóru nógv størsta partin av tíðini í álopsstøðu, og tað vóru nógvar spentar støður og fleiri málmøguleikar í heimabrotsteiginum. Víkingarnir ofraðu seg støðugt, og fleiri ferðir bjargaði Hans Jákup Arngrímsson.
Víkingarnir vóru rárir gestir í mótstøðubrotsteiginum, men ellivu minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at skora málið, sum vísti seg at verða 2-1 sigursmálið. Raski vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson dró fittan tein í vinstru, og tá ið hann sneiddi mitt inn fyri málið, smekkaði hann til úr 16 metrum, og bólturin streyk fram eftir vøllinum og inn í handara síðunetið.
Málið gav víkingunum nýtt mót og eyka orku. Sum seinni hálvleikur leið og trýstið øktist, so vóru víkingarnir øgiliga troyttir og moyrir. Men teir góvust ikki. Teir ofraðu seg og stríddust og evnaðu at varðveita skipanina í verjupartinum. Tað nógva gekk fyri seg í og kring brotsteigin hjá Víkingi. Norðurírararnir royndu seg við innleggum og longum sendingum, og teir royndu at samanspæla eitt tvey, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin í málið.
Ari Olsen og Ingi Jonhardsson vóru brandar á vongverjunum, Atli Gregersen og Arnbjørn Svensson vóru klókir mitt fyri, á miðvøllinum runnu Árni Nóa Atlason, Allan Jarnskor Ellingsgaard og Sølvi Vatnhamar sólina svarta, og luturin hjá Poul Kallsberg, Ragnar Skála og Jákupi Johansen var fyri tað mesta at luttaka í verjuspælinum heldur enn at mynda málmøguleikar.
Síðstu løtuna hjálptu Stefan Radosavljevic og Jørgen Nielsen til, og tað eydnaðist at varðveita 2-1 leiðsluna.
Víkingarnir hava vón fyri víðari luttøku, tá ið teir eftir heimadystin ímóti B36, sum verður seinnapartin sunnudagin, fara at venda fokus ímóti Belfast, og fyri føroyskan fótbólt og roknskapin í europeisku liðkappingunum hevur tað stóran týdning, at Víkingur í kvøld tiltuskaði sær sigurin, sum tað fyrr í summar varð roknað við, at víkingarnir fóru at vinna ímóti meistaraliðnum í Gibraltar.
Hetta var eitt gott kvøld hjá Víkingi og fyri føroyskan fótbólt.
Víkingur – Linfield 2-1 (1-1)
1-0: Sjálvmál 3.
1-1: MatthewFitzpatrick 9.
2-1: Ingi Jonhardsson 56.
Víkingur: Hans Jákup Arngrímsson – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason – Poul Kallsberg, Jákup Johansen (Jørgen Nielsen, 69.), Ragnar Skála (Stefan Radosavljevic, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Arnór Brandsson, Páll Eirik Djurhuus, Jákup Martin Jarnskor, Bjørn Bjarkhamar, Jósef Ólavsson, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen
Gult kort: Jákup Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard
Venjari: Jóhan Petur Poulsen











