Syrgiliga hendingin í Manchester Arena seint í gjárkvøldið hevur i minsta lagi kosta 22 fólkum lívi. Ariana Grande hevði konsert hesa løtuna í Manchester Arena, og hóast man enn einki veit um, hvørji fólk hava latið lív, so er givið, at konserthøllin var á tremur við ungum fólki og teirra foreldrum.
Sum vera man var ruðuleiki í Manchester Arena aftaná bumban fór av. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brot tikið í salinum stutt eftir hendingina.
Á hesari síðuni kanst tú eisini fara inn og hoyra sjálvt bumbuálopið og eina samanseting av fleiri videobrotum, sum vórðu tikin meðan og stutt eftir bumbuálopið. Trýst her fyri at síggja tað