Í okkara undankappingarbólki, HM undanbólki B spældu Portugal og Lettland á Algarve leikvøllinum í Portugal.
Portugal vann ein sannførandi 4-1 sigur, har Lettland tó hevði sínar løtur. Cristiano Ronaldo legði Portugal á odda við einum brotssparki, tá ein góður hálvur tími var farin. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin javnaði Arturs Zjuzins fyri Lettland, men bert tríggjar minuttir seinni sendi William Carvalho Portugal á sigurskós. Í 85. minutti økti Cristiano Ronaldo til 3-1. Ímóti dystarenda staðfesti Bruno Alves sigurin.
Portugal hevur nú níggju stig fyri fýra dystir. Sveis er oddalið við 12 stigum. Ungarn er nummar trý við sjey stigum, og Føroyar eru nummar fýra við fýra stigum. Lettland hevur trý stig, og aftast er Andorra við ongum stigi.