Video: Noma leitar eftir mati í Føroyum

Heimskenda matstovan leitar eftir íblástri í Føroyum

Í februar mánaði letur matstovan Noma, sum fleiri ferðir er kosin heimsins besta matstova, uppaftur í nýggjum hølum í Keypmannahavn. Noma flytur av Norðuratlantsbryggjuni til Refshaleøen.

Í hesum døgum fyrireika René Redzepi, høvuðskokkur, og hansara fólk seg til upplatingina. Tað gera tey við einari rundferð í Norðurlondum. Tey leita eftir rávørum og íbástri í Føroyum, Grønlandi, Noregi, Svøríki og Danmark.

René Redzepi hevur gjørt eina dagføring av teirra kanningararbeiði, og tann dagføringin er gjørd við upptøkum í Føroyum.

Omanfyri ber til at síggja video av kanningarferð hjá Noma í Føroyum.