Video: Morgunfrúur ganga lusiugongu

Í sambandi við at svimjihøllin í Havn verður 35 ár í dag, skipaðu tær sonevndu morgunfrúurnar fyri lusiugongu í svimjihøllini í morgun.

 

 

Morgunfrúurnar hittast um morgunin í svimjihøllini, har tær svimja, kava og gera fimleik, og allar hava roynt skreiðibreytina. Eisini drekka tær morgunkaffi saman í svimjihøllini.

Eftir lusiugonguna hittu vit morgunfrúurnar Valdis Andreasen, Karina Joensen og Hannelenu Mittún.

 

 

Valdis Andreasen hevur verið við øll árini, síðani tær byrjaðu í uttandura svimjihylinum í Gundadali í 1959. Karin Joensen, sum arbeiddi í svimjihylinum í 27 ár, hevur verið partur av morgunfrúunum, síðani hon varð pensjónerað. Og Hannelena Mittún byrjaði at svimja saman við morgunfrúunum fyri fýra árum síðani.

 

 

Trýst á pílin fyri at síggja samrøðuna við tær tríggjar morgunfrúurnar.